Sunnudagin høvdu vit jólahugna í Sclerosufelagnum. Vit vóru um 80 fólk tilsamans og tað var sera hugnaligt.
Mogens Eriksen, bjóðaði vælkomin. Vit høvdu eina sera hugnaliga løtu saman. Vit fingu ein drekkamunn við rísalamande, við mandlum í, so fleiri fingu mandlugávu. Eisini var annað gott afturvið og vit høvdu góðar møguleikar til at fáa eitt gott prát. Hansa Petersen læs eina stuttliga søgu og vit sungu fleiri sangir, har Jóannis E. Køtlum spældi harmoniku til. Tað var sera hugnaligt. Eisini kom jólamaðurin at vitja. Hetta dámdu børnunum sera væl. Tey fingu øll pakka frá jólamanninum. Undir hvønn borðisk høvdu vit eisini lagt ein seðil við einum tali á og so bleiv trekt lut um góðar vinningar, sum vit høvdu fingið sum stuðul. Hetta var sera spennandi og eru vit sera takksom fyri stuðulin. Tey, sum eru rakt av sjúkuni, fingu eisini pakka.
Hetta vóru gávur frá familjuni hjá Petrinu Venned. Til endans læs Hendrik Jacobsen jólaevangeliið og vit fóru hvør til sítt, vælnøgd við eina hugnaliga løtu.
Comments