• Sclerosu felagið

Jólahugni í Sclerosufelagnum 2010

Opdateret: 26. dec. 2021


Sunnudagin 28. novembur helt Sclerosufelagið jólahugna. Vegna kava og ikki tey bestu koyrilíkindini høvdu fleiri meldað avboð. Hóast hetta vóru vit 68 fólk, sum møttust í Skúlanum á Trøðni. Tað var hugnaligt at síggja, at so nógv børn vóru við í ár.

Petra Nysted byrjaði hugnan við at lesa jólaevangeliið.


Vit hugnaðu okkum saman við práti aftur við kaffi, rísalamande og øðrum góðum. Mandulgávur vóru eisini, og sum altíð var tað spennandi, hvørjir teir hepnu mandilvinnarnir vóru. Nógvir góðir jólasangir vórðu sungnir, og aftur í ár hevði Jóanis Erik Køtlum undirspælið.


Eisini varð burturlutan. Øll fingu hvør sín seðil, sum síðani var trektur. Spennandi var at vita, hvør mundi fara at vinna :) Fleiri vinningar vóru.


Systrarnar Helena og Petra sungu jólasangin ”Eg eri so spent til jóla”, sera fitt.


Jólamaðurin, sum so trúfastur kemur at vitja okkum hvørt ár, legði eisini leiðina framvið hendan kavadagin, til stóra frøði fyri børnini.

Børnini fingu øll pakka frá jólamanninum.

Áðrenn vit fóru hvør til sítt, sungu vit ”Gleðilig jól” og takkaðu fyri ein hugnaligan dag saman.

4 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle