top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Jólahaldi 4. desembur 2022

Sunnudagin 4. desembur hevði Sclerosufelagið tann árliga jólahugnan. Yvir 100 fólk vóru savnaði á Hotel Hafnia. Borðareitt var við dunnulær og lambsbógvi við svisku/súreplakompotti, heimagjørdum reyttkáli, brúnum eplum, rómaeplum og sós.


Omaná var mandlurís við karamellsós, kirsuberjasós og saltaðum mandlum.


Jólasøgan "Gubbagreytur og jólastjørnur" bleiv lisin. Ætlanin var at Sway skuldi framføra fyri okkum, men vegna sjúku vóru tær noyddar at avlýsa. Men staðin kláraðu vit at fáa fatur á Katrinu Olsen, sum sang nøkur løg fyri okkum. Børnini í luttóku gingu Lucia gongd.


Lutaseðlar við vinningum vóru latnir og karamell erskjur blivu latnar til hvørt húski.

Eisini kom jólamaðurin við pakkum til børnini.


Vit takka øllum fyri góða luttøku.


Sclerosufelagið ynkjur øllum eini gleðilig jól.



51 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page