30. mai er World MS Day. Hendan dag savnast fólk um allan heim, ið á einhvønn hátt eru rakt av MS.
Í ár var dagurin fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum. Endamálið við degnum er at varpa ljós á MS úti í samfelagnum, og harvið skapa forstáilsi og rúmligheit fyri teimum, ið áeinhvønn hátt eru rakt av MS, hvørt tað er persónliga ella sum avvarðandi.
Dagurin var hildin á Býarbókasavninum í Havn. Sclerosufelagið bjóðaði kaffi og kaku til gestirnar. Hallur Thomsen, formaðurí Sclerosufelagnum, beyð vælkomin. Síðan hugleiddi Petra Nysted um sítt lív við MS sum fylgisveini í mong ár. Ein lívsjáttandi løta. Síðan kom Jógvan Andrias Joensen at lesa nakrar av sínum yrkingum, har øll sótu í andakt og lurtaðu. Jógvan Andrias er júst nú frammi við sínum triðja staklagi "Egin slóð". Fyri at enda eitt væleydnað og væl vitjað kvøld framførdi navnframi Holgar Jacobsen nøkur bergtekandi egin løg. Veruligiendin á hesum World MS Day 2023 var tann flotta og hugtakandi sjónin av Hoyvíkar Kirkju, ið lýsti upp við MS-litinum, orange, tá náttarmyrkrið fall á.
Hjartans tøkk til tykkum øll, ið vóru við til at gera dagin so góðan og gevandi.
Comments