Í dag var lítil hátíðarløta í Bragdahúsinum, tá Bragdið handaði Sclerosufelagnum stuðulin frá flaggdagsrenningini.
Flaggdagsrenningin er elsta kappingin hjá rennifelagnum Bragdinum og endamálið er at fáa fólk at røra seg. Í 2019 fóru Sclerosufelagið og Bragdið í samstarv um heilsurenningina, sum fer fram meðan vanliga kappingin hjá Bragdinum er. Luttøkugjaldið frá heilsurenningini fer óskert til Sclerosufelagið, og haraftrat ber til hjá øllum at lata stuðul, tá meldað verður til renningina.
Á Kongabrúnni, har starturin og málið er, setur Sclerosufelagið dám á tiltakið við at hava eitt tjald, har vit bjóða ein drekkamunn við køkum afturvið. Væl er vitjað, tí mangan eru køkurnar uppi. Saman við einum drekkamunni ber so til at fáa eitt prát við umboðini hjá Sclerosufelagnum, og so hvørt sum rennararnir koma á mál, legst aftrat í tjaldinum.
Vit halda fram við góða samstarvinum og ætla at fáa enn fleiri at røra seg til næstu flaggdagsrenning.
Stuðulin í ár var 16.350,- kr.
Comments