Nú er alt klárt til fyrsta almenna rehabiliterinsforløbið á Klaksvíkar sjúkrahúsið- 4. oktober til 15. oktober.
6 luttakarar fáa bjóðað eitt forløb tá, og eftirsum hetta er fyrstu fer, so kunnu fólk gera vart við seg, um tey ynskja at luttaka, sum tey fyrstu.
12. og 13. juli er neurologurin (Melinda) á Klaksvíkar sjúkrahúsið. Um onkur hevur gjørt vart við seg áðrenn, hevur Melinda møguleika at taka viðkomandi inn til eina viðtalu um rehabiliteringsforløbið. Starvsfólk frá Haslev Sclerosehospital koma at luttaka í nakrar dagar.
Frameftirlítandi er ætlanin, at hetta skal koyra automatisk umvegis Morten Blinkenberg og Melindu.
Tey bæði arbeiða tætt saman á Ríkissjúkrahúsinum.
Tey, ið ynskja at gera vart við seg, tí tey ynskja at luttaka 4. oktober, kunnu senda ein teldupost til:
Læknaskrivarin hjá Melindu: kathie@ks.fo og telefontíðin er gerandisdagar frá 10.30 til 12.20.
NB! Vit gera vart við, at ætlanin er, at samanseta ein bólk, so hvør einstakur, ið luttekur, fær mest burturúr.
Har umframt hevur Klaksvíkar sjúkrahús keypt nýggjar møblar inn til gistingarrúmini.
Comments