Setið kross í kalendaran til sunnudagin 19 august 2018 kl 15. Vit bjóða tykkum ein sera spennandi, hugnaligan og gevandi dag. Dagurin verður hildin á Skúlanum á Trøðni: á Frælsinum 32, 100, Tórshavn. Dagurin er samansjóðaður av tveimum tiltøkum, sum vit plaga at hava eina ferð um ári og tað er ein fyrilestur, sum Sclerosufelagið í danmark bjóðar og summarútferðin.
Vit byrja dagin kl 15 við einum góðum fyrilestri, sum Mette Ellerman neurosálarfrøðingur kemur at halda. (Lesið um fyrilestin longri niðri). Okkara økiskonsulentur Micahel Freund kemur eisini at luttaka.
Vit vóna at veðrið fer at smíla til okkum og vísa seg frá síni bestu síðu, tí vit ætla okkum at grilla. Vit fara grilla pylsur og búffar og hava tað tilhoyri sum hoyrur til. Væntandi fáa vit eisini okkurt lekkurt til tí søtu tonnina.
Vit fáa eisini vitjan av tveimum góðum tónleikarum, sum hava vitjað okkum áður á Oyrabakka, tað er eingin annar enn Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein, tað var sera væleydnað og eru vit sera takksom at teir hava játtað seg at koma aftur til okkum.
Vit gleða okkum til ein dag har vit fáa okkurt gott til heilan, okkurt gott til maga, okkurt gott til oyrini og ikki minst til góða og hugnaliga samveru.
Við vón um góða undirtøku.
Tað er neyðugt at tekna seg til dagin og skal tað gerast innan sunnudagin 12 august á teldupost hjá sclerosufelagnum: sclerosufelag@sclerosufelag.fo ella hjá Kristu Hvannastein á tlf: 252911 millum klokkan 12-14.
Børn eru sera vælkomin, tit avgera sjálvi um tey eru við til fyrilestin ella um tey bíða við at koma tá vit fara at grilla.
Tiltakið er ókeypis.
Um fyrilesturin:
Broytt atferð: Eitt MS-sjúkueyðkenni Hevur tú tað trupult við at hava ræði á tínum kenslum? Kann tað tykjast, sum tú ert fæstlæst/ur í tínum hugsunarhátti? Ella upplivir tú, at tú missur eldhuga og saknar ”drivið” tú hevði áður? Kom og hoyr Mette Ellerman greiða frá, hvussi tú kanst handfara broytingar í tínum máta at bera teg at. Tá ein upplivir, at tann máti ein ber seg at, er broyttur, kann ein blíva stúrin, fyri at persónleikin hjá sær er broyttur. Men ein fær ikki persónleikaórógv av MS. Í staðin kunnu økir í heilanum, ið stýra atferð blíva ávirkað, og tí kann ein á ávísum økjum, kenna seg broyttan sum persón. Tann broytta atferðin kann geva stúranir, ørkymlanir og avbjóðingar, bæði hjá tí sum hevur MS, men eisini í familjuni, vinalagnum og á arbeiðsplássinum. Tað kann vera tørvur á, at ein endurfinnur seg sjálvan, við teimum broytingum, ein hevur fingið og teirra ávirkanum tað hevur á mátan at liva lívið. Kunnleikin um tær broytingar á atferðina, ein kann fáa og kunnleikin hvussu ein kann handfara tað, er ein fortreyt fyri, at ein kann ”nýorientera” seg í lívinum. Til henda fyrilestin fer neurosálarføðingurin MetteEllermann at greiða frá: • Orsøkin til tí broyttu atferðina • Á hvønn hátt atferðin kann broyta seg orsaka av MS. • Hvussu kanst tú handfara broytingarnir. Um fyrilestrahaldaran: Neurosálarfrøðingurin Mette Ellermann er kend og er høgt í metum millum menniskir við MS. Mette hevur nógv ára royndir við og kunnleika um MS frá millum annað Neurologiskari deild, sínum yrki, og netráðgevingin á heimasíðini hjá sclerosufelagnum. Hennari fyrilestur um ”Møði og svøvntrupulleikar” var sera væleyðnað. Nú kannst tú síggja fram til eitt evni sum er sera trupult og sum hevur ligið á lánið at blíva lýst.
Comments