Flaggdagsrenningin 25 apríl 2022

Updated: Apr 8


Dagarnir gerast aftur longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 36. í røðini. Bragdið skipar sum vanligt fyri renningini, sum aftur í ár, byrjar og endar á Kongabrúnni. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir og skúlar fara at kappast. Rutan er tann sama sum seinastu árini.Byrja á Kongabrúnni og renna so fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 km.


Í ár er møguligt at stuðla Sclerosufelagnum við einari upphædd í tilmeldingini.


Heilsurenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, gubbar, mammu- og pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eisini tey við barnavogni eru vælkomin. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin og tey velja sjálvi, um tey ganga ella renna eitt umfar ella allan teinin. Heilsurennarar eru ikki við í liðkappingini.


Tey fyrstu 50, sum melda seg til heilsurenningina, fáa eina blusu frá Sclerosufelagnum.

Øll, ið luttaka í heilsurenningini eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Atlantic Airways, virðið 3000 kr, og einum upphaldi fyri tvey, í dupultkamari á Hotel Hilton, íroknað morgunmati.

Bólkarnir verða hesir: •Heilsurenning - vaksin, fødd (-2008)

Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line, ella kontant við tilmelding á staðnum (Snarskivuni).

Tilmeldingarfreistin er leygardagin 23. apríl kl. 23




Gevið gætur! Einans heilsurennarar kunnu melda til á staðnum, tá startnummur skulu heintast.

Startnummur verða útflýggja á Flaggdegnum, frá kl. 14 - 15.30 í Snarskivuni á Vaglinum.

Vit í Sclerosufelagnum og í Bragdinum gleða okkum til eina hugnaliga og spennnandi Flaggdagsrenning 2022.