Endurvenjingarskeið til fólk við Sclerose á Klaksvíkar Sjúkrahúsi:
Næsta skeið verður í viku 47, 48 0g 49 frá 20.nov til 08. dec
Skeiðið varar í 3 vikur, har tú fært bjóða kost og logi á staðnum. Tað verður í høvuðsheitum vant í holdum, har fokus er á styrki, úthaldni, koorkinatión, javnvág, ADL venjingar, kognitivar venjingar og avspenning. Umframt venjing eru ymisk upplegg, m.a. við logopedi, kostráðgeva, um hjálpartól o.a.
Tvørfakliga toymi, sum er knýtt at skeiðnum er: neurologur, fysioterapeutar, ergoterapeutar, heilsurøktari og sálarrørsluviðgeri.
Málbólkur:
Skeiðið er fyri borgarir við MS, sum eru sjálvhjálpin í mun til flytingar og persónligt reinføri.
Hvat krevst fyri at sleppa á endurvenjingarskeiðið:
Hevur tú fingið staðfest MS, nýtist bert ávísing frá egnum lækna; hevur tú ikki fingið endaliga staðfest MS, krevst ávísing frá neurologi.
Tó tað er bólkavenjing verður dentur lagdur á at tilpassa venjingina/viðgerðina tí einstaka.
Vælkomin at ringja 235467 um tørvur er á nærri kunning.
Vinarlig heilsan
Benadicta Sólheim Ellingsgaard
Deildarleiðari í fysio- og ergoterapiini
Klaksvíkar Sjúkrahús
Tlf. 235467
Comments