Týsdagin 31. oktober 2023 bjóðar rehabiliteringsdeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi borgarum við sclerosu og teirra avvarðandi til eitt kunnandi tiltak um rehabiliteringsskeiðið, ið Sjúkrahúsverkið veitir borgarum við sclerosu. Harumframt kemur Melinda Magyari, serlækni í sclerosu, at hava eina stutta framløgu um nýggjastu vitanina innan sclerosu. Høvið verður at seta spurningar.
Klaksvíkar Sjúkrahús bjóðar ábit og góða samveru. Somuleiðis verður høvi at fara rundferð í húsinum, har rehabiliteringsdeildin heldur til.
NÆR OG HVAR
Týsdagin 31. oktober 2023, kl. 17.00 – 18.30. Frammøtið er við høvuðsinngongdina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
TILMELDING
Borgarar við sclerosu og teirra avvarðandi kunnu boða frá luttøku umvegis tel. 45 45 45. Freistin at melda til er 27. oktober 2023.
Vilja tit hava nærri kunning, ber til at ringja til Benadictu Ellingsgaard, deildarleiðara á telefon 744 748 ella 45 45 45.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Comments