Eftir áheitan frá landsstýrismanninum í heilsumálum, er ein arbeiðsbólkur mannaður av umboðum frá Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Kommunufelagnum í gongd við at hyggja eftir um endurvenjing í Føroyum virkar sum ein samanhangandi tvørfaklig skipan, har rættindi og skyldur hjá borgarunum eru tryggjað, so at hesir aftur kunnu fara at virka í gerandisdegnum.
Í hesum høpi verður heitt á limir í feløgunum hjá MEGD um at hjálpa við lýsa endurvenjiingina í Føroyum út frá sjónarhorninum hjá borgarum, ið hava royndir við endurvenjing. Tískil verða nakrir viðkomandi spurningar hervið settir tykkum.
Tað tekur helst áleið 10 minuttir at svara spurningunum, og freistin er fríggjadagin 23. september kl. 12:00.
Takk fyri títt íkast!
Comments