top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Café-kvøld: Eitt gott lív - hóast avbjóðingar

Hóskvøldið 21. septembur kl 19 verður café-kvøld í skúlanum á Eiði.


Til hetta café-kvøld hava vit fingið Niclas Hera Jákupsson at hava ein fyrilestur, sum hann kallar:


“Eitt gott lív - hóast avbjóðingar”


Niclas Heri Jákupsson bleiv alvarsama sjúkur av strongd í 2006. Tað tók 3 ár hjá honum at koma fyri seg og tey síðstu 14 árini hevur Niclas Heri verið ráðgevi hjá størri fyritøkum í Føroyum - serliga tá talan er um samskifti, kundatænastu og sølu - men eisini tá talan er um stongd, arbeiðs- og lívsgleði. Niclas Heri hevur eisini havt eitt ótal av fyrilestrum og skeiðum fyri almeninginum og bólkum.


Í fyrilestrinum, sum bæði kemur at vera álvarsamur og til tiðir stuttligur, kemur Niclas Heri inn á hvussu ymisk vit eru og hvussu stóran týdning tað hevur at skilja og rúma ymiskleikanum. Niclas Heri leggur dent á, at tað er ikki neyðugt altíð at skilja onnur, fyri at virða tey.


Eisini kemur Niclas Heri inn á hvussu umráðandi tað er at samskifta virðiliga. Her serliga evnini at lurta og

spyrja.


Niclas Heri kemur eisini inn hvussu umráðandi tað er at hava eitt sunt og jaliga tankasett, men at hetta ikki hjálpir nakað, um ein ikki eisini torir at vera í avbjóðingini, sorgini og trupulleikunum - og góðtaka hesar kenslur.


Eisini kemur Niclas Heri at syngja einar 2 sangir


Verði hjartaliga vælkomin til kaffi og kaku í skúlanum á Eiði, Kolsvegur 8, 470 Eiði


Vinarliga heilsan,

Sclerosufelagið

303 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page