
Felagið hevði aðalfund sunnudagin 30. mars 2008. Fundurin var hildin í Skúlanum á Trøðni.
Fyri vali stóðu formaður og skrivari.
Jákup Jóhs. Matras, sum hevur verið kassameistari í fleiri ár, ynskti at sleppa úr nevndini. Nevndin bleiv tí umskipað soleiðis at Petra Nysted, sum hevur verið skrivari, tekur við sum kassameistari.
Hendrik Jacobsen, sum hevur verið formaður seinastu árini, ynskti ikki at halda fram og í hansara stað bleiv Mogens Eriksen valdur.
Til skrivara bleiv Katrin Lindberg Hansen vald.
Hósdagin tann 3. apríl hevði nýggja nevndin fund og skipaði seg við Kristu Hvannastein sum næstformanni.
Nevndin í Sclerosufelagnum sær tískil soleiðis út nú:
Mogens Eriksen, formaður
Krista Hvannastein, næstformaður
Katrin Lindberg Hansen, skrivari
Petra Nysted, kassameistari
Annika Festirstein, nevndarlimur
Marianna Simonsen, tiltakslimur
Súsanna Laksáfoss, tiltakslimur
Comentarios