Aðalfundurin 22. mars 2026
- Sclerosu felagið
- Feb 16
- 1 min read
Sambært nevndarsamtykt verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 22. mars kl. 15:00 á Hotel Runavík, Heiðavegur 6 620 Runavík
Skrá sambært viðtøkunum.
Viðtøkurnar kunnu síggjast á heimasíðu felagsins, sí hesa leinkju www.sclerosufelag.fo/vidtokur.
Skráin fyri aðalfundin er hendan.
● Val av fundarleiðara
● Frágreiðing formansins
● Uppskot um arbeiðsætlan
● Góðkenning av roknskapi
● Innkomin mál
● Val av nevndarlimum (í ár formaður og tveir nevndarlimir)
● Val av tiltakslimum
● Val av grannskoðara
● Ymiskt
Mál at taka upp á aðalfundinum skulu vera send felagnum á sclerosufelag@sclerosufelag.fo minst tvær vikur áðrenn fundin.
Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin. Um onkur hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk og annað sjálvboði arbeiði, ber til at boða frá hesum á fundinum, á heimasíðu okkara ella við at ringja til felagið.
Fyri at lætta um fyrireiking vinarliga melda til við antin, at ringja á 59 87 83 ella melda til á heimasíðuni.
Vegna nevndina
Formaðurin
Hallur Thomsen




Comments