Sambært nevndarsamtykt, verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 27. mars 2022 kl. 15.00. Fundurin verður hildin í Skúlanum á Trøðni á Frælsinum 32 í Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkunum.
Skrá
Val av fundarleiðara
Frágreiðing formansins
Uppskot um arbeiðsætlan
Góðkenning av roknskapi
Innkomin mál
Val av nevndarlimum (í ár formaður og tveir nevndarlimir)
Val av tiltakslimum
Val av grannskoðara
Ymiskt
Vit hava, sum altíð, brúk fyri fleiri sum ynskja at hjálpa til :)
Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin, og at onkur er, sum hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk.
Fyri at lætta um fyriskipanina, so hevði verið gott, um boðað varð frá luttøku
í seinasta lagi hósdagin 24. mars.
Vegna nevndina
Formaðurin
Hallur Thomsen
Comments