Góðu limir, avvarðandi og áhugaði
Bjóðað verður við hesum til
- fyrilestur við Knút Roy Ellingsaard, neurosálarfrøðingi, og
- ársaðalfund Sclerosufelagsins sambært nevndarsamtykt.
Tiltakið verður á Hotel Runavík sunnudagin tann 9. mars kl. 14:00.
Sclerosufelagið bjóðar smyrjibreyð og okkurt søtt omaná.
Áðrenn fundin fer Knút Roy Ellingsaard, neurosálarfrøðingur, at hava ein fyrilestur um, hvørji tilboð eru fyri fólk við sclerosu í Føroyum. Harumframt fer hann eisini at siga eitt sindur um
neurosálarfrøði. Knút Roy arbeiðir saman við øðrum fyri at víðka um tilboðini til fólk við sclerosu í Føroyum.
Aðalfundarskrá sambært viðtøkum felagsins:
Val av fundarleiðara
Frágreiðing formansins
Góðkenning av roknskapi
Innkomin mál
Val av nevndarlimum
(í ár kassameistari og tveir nevndarlimir)
Val av tiltakslimum
Val av grannskoðara
Vit vóna at síggja nógv møta upp til aðalfundin. Øll eru hjartaliga vælkomin at siga frá, um onkur hevur hug at vera við í nevndararbeiði, ella at hjálpa til við ein hvørjum í sambandi við tiltøk.
Mál sum skulu takast upp á aðlfundinum, skulu sendast felagnum 14 dagar áðrenn.
Vegna nevndina
Hallur Thomsen
formaður
Comments