Sambært nevndarsamtykt verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 14. apríl kl. 15:00 á Hotel Klaksvík Víkavegur 38 í Klaksvík.
Í ár fyllir Sclerosufelagið 45 ár. Hetta fara vit at hátíðarhalda við smyrjibreyði og lagkøku.
Skrá sambært viðtøkunum. Viðtøkurnar kunnu síggjast á heimasíðu felagsins, sí hesa leinkju www.sclerosufelag.fo/vidtokur.
Skrá
Val av fundarleiðara
Frágreiðing formansins
Uppskot um arbeiðsætlan
Góðkenning av roknskapi
Túrur til Spania í maj 2025 við Sólorku
Innkomin mál
Val av nevndarlimum (í ár formaður og tveir nevndarlimir)
Val av tiltakslimum
Val av grannskoðara
Ymiskt
Mál at taka upp á aðalfundinum skulu vera send felagnum á sclerosufelag@sclerosufelag.fo minst tvær vikur áðrenn fundin.
Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin. Um onkur hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk og annað sjálvboði arbeiði, ber til at boða frá hesum á fundinum, á heimasíðu okkara ella við at ringja til felagið.
Fyri lætta um fyrireiking, vinarliga boða frá áðrenn 4. Apríl.
Vegna nevndina
Formaðurin
Hallur Thomsen
Comments