Frá 1. oktober bar ikki longur til at brúka 25-oyra sum gjaldoyra.
Seinasta hálva árið hevur Sclerosufelagið havt meira enn hundrað bússur standandi ymsa staðni runt landið í eini roynd at savna pening til gransking av Multipel Sclerose.
Tey mongu 25-oyruni fara til eina verkætlan, sum fer at økja møguleikan fyri nýggjari viðgerð hjá sclerosuraktum. Nógvur peningur er komin í bússurnar, sum standa kring landið. Sclerosufelagið hevur nú avgjørt, hvussu hesin peningur skal brúkast. Sum er, fara nógv sclerosurakt vónbrotin frá lækna við boðunum um, at heilivágur, sum kann steðga teirra sjúku, enn ikki er funnin.
Tí hevur sclerosufelagið sett sær fyri at lata alla peningaupphæddina til eina verkætlan, sum skal arbeiða við, at finna ein heilivág, sum kann steðga gongdini av hesi ólekiligu sjúku.
Yvirlæknin Finn Sellebjerg frá Ríkissjúkrahúsinum fer at leiða verkætlanina saman við altjóða granskarum frá Wien og Oxford.
Multipel sclerosa vísir seg á ymiskan hátt.
Nógv fáa sokallaði attak, sum í eitt tíðarbil ger sjúkuna verri. Hesi kunnu í dag fáa viðgerð við heilivági at halda gongdini av sjúkuni aftur. Ein annar bólkur av sjúklingum hevur sonevnda progresiva sclerosu, sum so líðandi gevur teimum viknaðan førleika. Higartil hevur ongin heilivágur verið til hesi, men granskarar vóna nú at kunna hjálpa teimum gjøgnum granskingarverkætlanina á Ríkissjúkrahúsinum.
Tað er fløvandi at vita, at fleiri kilo av myntum frá fólki kring landið fara til eitt arbeiði, sum kann geva heilt nýggja vón fyri framtíðini.
Bússurnar verða nú samlaðar inn og so verður upptalt.
Nú eru vit liðug at telja upp og tilsamans gav innsamlingin kr. 110.000,- og tað eru vit sera takksom fyri.
Vit vilja við hesum takka øllum, sum hava gjørt sítt til, at hetta kundi lata seg gera.
Túsund takk fyri øll somul :)
Comments