top of page

Útferð sunnudagin 21. juni 2009

Sunnudagin 21. juni vóru vit útferð við Sclerosufelagnum.

Bussar fóru av farstøðini í Havn og av Sandinum í Klaksvík og leiðin gekk fyrst til Kelduna í Skálabotni. Har fingu vit ein góðan drekkamunn og fleiri sløg av lekrum kakum afturvið. Tey vóru sera blíð :) Tá vit vóru liðug at eta, fóru vit inn í salin, har Tórhild Bjarkhamar hevði játtað at syngja nakrar sangin fyri okkum. Hon sang fyrst fýra sangin, men hon syngur so ótrúliga væl, so hon bleiv klappað uppaftur :) Eisini fingu vit eina trummu-solo frá Fríða Bjarkhamar - flott flott :)

Í Kelduni eru umstøðurnar sera góðar og atkomiligt er hjá øllum. So har fingu vit eitt ríkt upplivilsi.


Síðani fóru vit aftur í bussarnar og nú gekk leiðin til Gjáargarð. Veðrið var av tí besta, so tað var ein fínur túrur.


Í Gjáargarði fingu vit ein sera góðan døgurða. Vit fingu lambakjøt við tilhoyri og so heimagjørdan ís omaná. Tað smakkaði sera væl og fólk hugnaðu sær :) Har eru eisini sera góðar umstøður og atkomiligt hjá øllum.

Á veg omanaftur til bussin, var hylurin ógvuliga freistandi, so tað vóru nøkur børn, sum fingu karm :)


Tilsamans vóru vit 51 vaksin og 19 børn, so tað var góð uppmøting og tað eru vit glað fyri.


Vit takka bussførarunum og tykkum øllum, sum vóru við til at gera hetta til ein minniligan túr :)


3 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page