Sunnudagin 9. septembur, vóru vit útferð í Suðuroynni.
Við á túrinum vóru 35 vaksin og 9 børn.
Vit møttust á farstøðini í Havn kl. 9:15 og fóru síðani við Smyrli til Tvøroyrar. Smyril er eitt flott og gott skip, so har høvdu vit tað gott, teir tveir tímarnar tað tók at sigla suður.
Tá vit komu suður, stóðu tey, sum komu við frá Suðuroy, á kajini og tóku ímóti okkum. Vit høvdu leiga tveir bussar til at koyra runt oynna við. Vit fingu Søren Bruhn at siga frá í øðrum bussinum og Gwøni Ranndal at siga frá í hinum.
Av Tvøroyri fóru vit til Hvalbiar. Har vitjaðu vit Fiskieiði og Hvalbiareiði. Sera stórsligið. Bussarnir steðgaðu á fleiri støðum, so vit fingu møguleikan at fara úr bussunum at uppliva náttúruna og taka myndir. Síðani koyrdu vit til Sandvíkar ígjøgnum alla bygdina. So til Froðbiar. Har koyrdu vit runt og síðani niðan á hamaran og hugdu eftir minnisvarðanum yvir Poul F.
Síðani fóru vit til Øravíkar at fáa okkum døgurða. Vit fingu oksakjøt v/tilhoyri og eina lekra dessert omaná. Hetta smakkaði sera sera væl og her fingu vit so eisini møguleikan til eitt hugnaligt prát. Tá vit vóru liðug, fóru vit aftur í bussarnar. Nú gekk leiðin til Vágs og Sumbiar. Síðani aftur til Vágs og niðan á Vágseiði. Suðuroyggin er sera stórsligin øll sum hon er, so hetta var eitt upplivilsi. Síðani fóru vit aftur til Smyril, sum sigldi av Tvøroyri kl. 17:30.
Hetta var ein góður túrur, sum gav okkum upplivilsir og møguleikan at hugna okkum og læra hvønn annan betri at kenna.
Comments