top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Útferð í Sandoynni

Sunnudagin 31. august vóru vit útferð í Sandoynni. Vit fóru av Gomlu Rætt kl 11:15.

Í Skopun stóðu bussar fyri okkum. Í øðrum bussinum var Símun av Skarði frásøgumaður og í hinum var Finnleif Fagradal frásøgumaður. Teir dugdu sera væl at greiða frá :)

Vit koyrdu til Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og til Dals.

Í Dali steðgaðu vit á og har fingu vit kaffi, te og saft og lekrar heimabakaðar køkur. Sera hugnaligt.

Síðani fóru vit aftur í bussarnar.

Í Húsavík steðgaðu vit á og hugdu eftir garðinum hjá húsfrúnni og eftir kirkjuni.

Í garðinum er eitt hav, sum mennirnir royndu at lyfta, men tað gekk einki serligt, tað ber nokk ikki til at lyfta tað :)

Komin aftur til Sands, fóru vit inn á Listasavnið, har Súsan í Jákupsstovu tók væl ímóti okkum. Sera áhugavert.

Nú var bara eftir at fáa ein góðan døgurðabita, og hann fingu vit í Samljóð í Skopun.

Ein sera góður túrur. Takk fyri :)


0 views0 comments

Recent Posts

See All

Comentários


bottom of page