top of page
Writer's pictureSclerosu felagið

Árliga summarútferðin 11. Juni

Góði limur,


Vit í nevndini í Sclerosufelagnum, vilja hervið bjóða tær og tínum við til árligu summar útferðina hjá felagnum. Í ár gongur leiðin út til Nólsoyar. 


Fráferð verður úr Havnini sunnumorgunin tann 11. juni kl 9:30. 


Tá ið vit eru komin til Nólsoynna fáa vit kaffi og kaku í Tilhaldinum. 


Síðani fara vit í kirkju kl 12. Tá ið kirkjugongdin er liðug, fara vit at vitja Brunnhúsi og Ovasavni. Eisini fara vit at støkka inn á gólvið hjá Jens Kjell. Aftaná vitjanirnar fáa vit døgurða. 


Heimferðin úr Nólsoynni verður kl 16:50


Freistin at melda seg til er hósdagin 8. juni 

Tilmelding fer fram antin við at ringja 59 87 83 ella við at melda seg til á heimasíðuni www.sclerosufelag.fo 


Vegna nevndina, Hallur Thomsen, formaður

49 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page