Um felagið

Felagið var stovna 27. mars 1979

Endamál

Endamál felagsins er at kunna um sjúkuna og virka fyri, at tey sclerosuraktu og avvarðandi kunnu koma saman til felags áhugamál.

Limarfundir

Felagið hevur fund umleið fýra ferðir um árið.Á skránni hava vit til dømis verið ymsir fyrilestrar, sum fólk við serligum innliti í Multibel Sclerosu hava hildið.Felagið plagar at skipa fyri jólahugna, og ofta hava vit um summarið verið eina útferð.

Tilboð

Sclerosuraktir limir hava møguleika at gera brúk av sosialráðgeva felagsins og sálarfrøðingi. Útreiðslurnar verða goldnar av danska sclerosufelagnum. Limir hava eisini møguleika at ringja og tosa við ein lækna, sum er í starvi hjá danska sclerosufelagnum. Hann hevur servitan um sjúkuna og trupuleikar, sum standast av henni.

Bløð og faldarar

Allir limir fáa blaðið ”Lev med sclerose”, sum danska sclerosufelagið gevur út fýra ferðir um árið. Umframt hetta, so gevur Scleroseforeningen eisini út fleiri faldarar um ymisk viðurskifti í samband við sjúkuna. Á føroyskum er faldarin ”Tá mamma ella pápi hava sclerosu” teldutøkur á heimasíðuni. 

Frítíðarferðir

Danska sclerosefelagið hevur 44 hús í Grenå, sum øll eru innrættaði við atliti at lætta um hjá ferðandi, sum eru rørslutarnað. Tað ber til at søkja um stuðul til flutning til "Dronningens Ferieby".
Sí annars heimasíðuna:
http://www.dronningensferieby.dk/

Limaskapur

Allir limir í Scleroseforeningen, sum eru búðsitandi í Føroyum, eru limir í Sclerosufelagnum. Tú kann gerast limur í felagnum við at melda teg til við at klikka her, ella við at seta teg í samband við formann felagsins. 

Samband

Formaður felagsins: 
Hallur Thomsen
undir Bjørgum 6.0vm 400 Oyrarbakki
tlf.  59 87 83 (Svarar gerandisdagar frá kl. 16 til 20. Um átrokandi boð, send eini sms ella ein teldupost og tú verður ringdur uppaftur.)
sclerosufelag*sclerosufelag.fo

 

Forretningsorden.pdf   Starvsskipan hjá Scleroseforeningen






Tiltak

2019/03/31

Ársaðalfundur 2019 og 40 ára føðingardagur

Sclerosufelagið bjóðar til aðalfund og 40 føðingardag. Sclerosufelagið var stovnað tann 27. mars í 1979 og fyllur felagið 40 ár vit bjóða lagkøku. Ársaðalfundur felagsins verður sunnudagin tann 31. mars 2019 kl. 15.00. Fundurin

les meir