Petrina livir við sklerosu 

Grein í Sosialen fra tann 18. juli 2003, av Solby Eliasen.  (Eg føli meg ikki sjúka)

34 ára gamla Petrina Venned úr Klaksvík fekk staðfest sklerosu fyri 12 árum síðani, og hóast hon hevur livað við hesi sjúkuni, sum eitt nú hevur við sær, at serliga hennara høgra síða ikki virkar, sum hon skal, so kennir hon seg ikki sjúka. Hon hevur altíð nóg mikið at gera, og har sum Petrina er, er altíð ferð á

 

Klaksvík:

Petrina Venned gongur heldur løgi?. Hon haltar og til tíðir vinglar hon eins og ein drukkin persónur ger, tá hann roynir at ganga. Men Petrina drekkur ikki, og munurin á henni og einum ávirkaðum persóni er, at hon kann ikki sova tað av sær aftur.

Petrina hevur sklerosu. Hesa sjúkuna fekk hon staðfesta í februar 1991, men sjálv sigur hon, at hon hevur drigist við hana langt áðrenn tað.

Eg var 16 ára gomul, tá eg fekk tað fyrsta barnið, og tað byrjaði at blíva heilt galið stutt eftir. Eg trillaði nógv, hóast eg slettis ikki fekk gingið. Eg minnist væl, hvussu eg vinglaði, og slaturin gekk millum fólk, at eg drakk so illa. Tey hildu meg snøgt sagt vera fulla, greiðir Petrina frá.

Men long tíð skuldi ganga afturat, áðrenn nakað bleiv staðfest. Petrina og maðurin, Sigfríður, fingu ein son í 1988 og framvegis var ongin diagnosa sett. Ikki fyrr enn sonurin, Bárður, var um trý ára aldur, settu læknarnir orð á sjúkuna hjá Petrinu.

»Tú hevur sklerosu«

Tað fyrsta, sum eg segði og hugsaði var, hvat er tað, sigur Petrina, sum tá var 22 ára gomul. Hon visti yvirhøvur ikki, hvat tað var, og túsund tankar fóru ígjøgnum høvdið á henni.

Læknarnir greiddu henni frá, so frætt sum til bar. Men sannleikin er tann, at hóast áralanga gransking, so vita læknar enn tann dag í dag ikki so nógv um sjúkuna.

Petrina dugir tó væl at greiða frá, hvat tað er, sum hendir við kroppinum hjá henni.

Sklerosa er ein nervasjúka. Nervarnar blíva berar, greiðir hon frá og samanber tað við leidningar. Tá onki er uttaná, so eru teir skroypiligur og tola ikki nógv av. Spakuliga niðurbrýtur sjúkan nervarnar í einum menniskjakroppi, og tað gerst trupult hjá einum sjúklingi at flyta seg ella at brúka teir ymsu likamspartarnar.

 

Ikki sjúk

Petrina veit, at sjúkan kann fara at hava við sær, at hon má sita í koyristóli, men soleiðis sum hon er fyri í dag, so liggur tað fjart í huganum. Serliga hendan dagin, tá Sosialurin er á vitjan er hon væl fyri. Tað sást næstan ikki á henni, at tað feilar nakað. Men hon sigur, at dagarnir eru ójavnir. Onkrir verri enn aðrir.

Eg hugsi ikki vanliga um, at eg havi sklerosu, og tað er heldur ikki nakað, sum vit dagliga tosa um her í heiminum hjá okkum. Eg havi góðtikið tað, at soleiðis er tað bara, og so royna vit at liva eftir besta førimuni og taka ein dag í senn, sigur hon. Hon leggur tó afturat, at um hon ikki hevði havt ein so góðan mann, so veit hon ikki, hvussu hevði verið vorðið í dag.

Petrina arbeiðir dagliga í varda verkstaðnum á Brekku. Hon er brúkari, og har fæst hon fyri tað mesta við at seyma.

Eg havi onga útbúgving, og eg tími ikki í skúla. Mær dámar væl á verkstaðnum. Har er gott samanhald, ogvit hugna okkum, sigur Petrina, sum ikki er einasti brúkari av verkstaðnum, sum bert er rørslutarnað. Men hon ásannar, at hon ikki kann gera eitt og hvørt arbeiði, so hon er fegin um at hava eitt at fara til.

Hon verður skjótt móð, og høgra síða hjá henni virkar ikki líka væl sum vinstra. Um hon skal vaska gólv ein dag, so veit hon, at tað verður tað einasta, sum orka er til tann dagin.

Um vit nú siga, at vit menniskju fáa ein fullan svartan sekk av orku til hvønn dag, so er hann nóg mikið hjá einum frísku persóni til ein heilan dag. Men hjá einum sklerosu sjúklingi, tømist sekkurin nógv skjótari, og ein verður skjótari troyttur, greiðir hon frá.

Tey, sum kenna Petrinu, vita, at hon ikki er ein kvinna, sum liggur á tí latu síðuni. Og hon letur heldur ikki sjúku sína standa í vegin fyri ætlanum, sum hon hevur. Hon veit, hvat hon kann og ikki. Og tískil heldur hon seg burtur frá tingum, sum hon veit, at hon ikki er før fyri, men harafturímóti gongur hon við lív og sál upp í tað, sum hon kann.

Eg havi altíði planir, og tað heldur mær uppi, sigur hon.

Dóttir hennara, Charlotta, svam nógv fyrr, og tá var Petrina sera aktiv sum foreldur í svimjifelagnum Ægi.

Maðurin hevur róð alla ta tíð, tey hava verið saman, og heldur ikki har hevur hennara lutur ligið eftir.

Í ár rør maðurin tó ikki, men tað ger Petrina sjálv. Hon er róðurskvinna hjá old-girls manningini, sum rør við fimm-mannafarinum Tekla.

Kappróður er gott fyri sálina. Vit eru sjey tilkomnar kvinnur, sum hava tað avbera stuttligt saman í bátinum, og samanhaldið er ótrúliga gott. Vit ætla okkum at rógva á Ólavsøku, sigur Petrina.

Hon leggur tó afturat, at um hinar ikki vóru so góðar við hana og hjálptu henni, so hevði tað helst verið trupult hjá henni at verið við.

Tað er vanliga ongin trupulleiki at sleppa í bátin, men onkuntíð tørvar mær hjálp til at sleppa úraftur, men tað skal ikki farast øðrvísi við mær enn øðrum, bara tí eg havi hesa sjúkuna. Tað er púra vist, sigur Petrina avgjørd á málinum.