Væleydnaður temadagur

Hósdagin 9. oktobur skipaði Sclerosufelagið, saman við medisinfyritøkuni Merck Serono, fyri Temadegi um sjúkuna Multipel Sclerose.
Møtt vóru umleið 100 fólk og tað eru vit sera glað fyri.
Dagurin bleiv hildin á Hotel Hafnia og tað var sera væleydna.

 


Neurolog Joan Højgaard, greiddi frá um sjúkuna Multipel Sclerose
Neurolog Marianne Kirkegaard, greiddi frá um viðgerðarmøguleikar, um Sclerosusentrini í Haslev og Ry og um eina framtíðar granskingarverkætlan í Føroyum.
Tær dugdu sera væl at greiða frá. Høvi var eisini at koma við spurningum og vóru tað nógv, sum gjørdu brúk av hesum møguleika.

Síðani greiddi Mogens Eriksen, formaður felagsins,  frá teimum tilboðum, sum standa sclerosuraktum limum í boði og frá øðrum, sum felagið arbeiðir við.

Til seinast takkaði Anette Stampe, frá Merck Serono, fyri dagin og í hesum sambandi  handaði hon gávur til Mogens Eriksen, Marianne Kirkegaard og Joan Højgaard sum tøkk fyri ein væleydnaðan dag. 

Vit fara at fáa tilfarið, sum tær brúktu í samband við framløgurnar, og tað verður lagt út her á heimasíðuna. So vælkomin at vitja inn aftur seinri :)

Myndir frá degnum