Væleydnaður fundur um CCSVI

Mánadagin 22. novembur skipaði Sclerosufelagi fyri almennum fundi um CCSVI. Hetta er eitt evni, sum stórur áhugi er fyri, so spennandi var at vita hvussu nógv mundu fara at møta upp. 
Tað vóru umleið 100 fólk so tað var ordiliga hugaligt.

Mogens Eriksen, formaður bjóðaði vælkomin. Hann hevði eisini eitt áhugavert innlegg, har hann m.a. greiddi frá hvør hugburðurin til hetta er hjá m.a. Scleroseforeningen og Sundhedsstyrelsen. Eisini vísti hann á slóðir, har man kann lesa meir um hetta evni, t.d. http://www.scleroseforeningen.dk/ 
Innleggið sæst her:  

Síðani gav hann orðið til Jógvan Sjúrður Hansen, Lis Absalonsen, Thorben Gaardbo og Petru Nysted, sum øll hava fingið ballónviðgerð fyri CCSVI. Tey greiddu frá teirra upplivingum og eisini vísti Petra á http://www.msforum.dk/ har man kann lesa nógv um hetta evni.
Her kann man eisini lesa um fleiri, sum hava fingið hesa viðgerð og sum hava lagt teirra frágreiðing út.
Petra Nysted hevur lagt sína "søgu" út á msforum.dk og sæst hon her: http://www.msforum.dk/index.php/topic,372.0.html

Til seinast var møguleiki at seta fram spurningar og eisini at fáa sær ein kaffi- ella temunn við onkrum góðum afturvið.

Ein sera væleydnaður fundur.


Fyrilestrar úr Danmark um CCSVI.