Ársaðalfundur 2016

Góðu limir

Sambært nevndarsamtykt, verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 28. februar 2016 kl. 15.00. Fundurin verður hildin í Skúlanum á Trøðni, á Frælsinum 32, í Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkunum.

Skrá

· Val av fundarleiðara

· Frágreiðing formansins

· Uppskot um arbeiðsætlan

· Góðkenning av roknskapi

· Innkomin mál

· Val av nevndarlimum (í ár formaður og tveir nevndarlimir)

· Val av tiltakslimum

· Val av grannskoðara

· Ymiskt

Vit hava, sum altíð, brúk fyri fleiri sum ynskja at hjálpa til :) Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin, og at onkur er, sum hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk.

Tilmeldan: Fyri at lætta um fyriskipanina, so hevði verið gott, um boðað varð frá luttøku
í seinasta lagi hósdagin 25. februar hjá Halli á telefon 273053 ella Petru á tlf. 215031 ella við telduposti til 
sclerosufelag@sclerosufelag.fo

Vegna nevndina

Formaðurin

Hallur Thomsen