Jólahugni 2013

Sunnudagin 24. november helt Sclerosufelagið jólahugna á Skúlanum á Trøðni. Hugnaligt var at síggja, at so nógv vóru møtt. Vit vóru umleið 80 fólk í øllum aldri.

Vit hugnaðu okkum saman aftur við kaffi, rísalamande, smákøkum og øðrum góðum, meðan vit sungu jólasangir. Sjálvandi var mandla í rísalamandinum, og sum altíð var spennandi at vita, hvør nú fekk mandluna. Tær fittu systrarnar Helena, Petra og Silja sungu nakrar jólasangir og settu ein serligan dám á.

Eisini var burturlutan. Seðlar vórðu býttir út til øll, og so varð drigið. Spennandi var at vita, hvørjir teir hepnu vinnarnir vóru. Flestu vinningarnir vórðu latnir av limum úr felagnum og eisini frá nøkrum fyritøkum, og tað eru vit sera takksom fyri.

Sum prikkurin yvir i’num hevði jólamaðurin eisini funnið út til okkara, og stór varð frøðin á børnunum. Hesu ferð var jólamaðurin komin við flogfari, nú ongin kavi enn er komin til sleduna. Jólamaðurin sló ring á gólvinum saman við børnunum og so varð dansað og sungið. Børnini fingu hvør sín pakka, áðrenn jólamaðurin mátti skunda sær avstað aftur til næsta jólahald.

Áðrenn vit endaðu, læs Petra Nysted jólaevangeliið, og vit sungu “Gleðilig jól”.

Takk fyri ein hugnaligan dag saman!