OBS! Ársaðalfundur 2019 og 40 ára føðingardagur fluttur í Hotel Hafnia

Aðalfundurin sunnudagin 31. mars er fluttur til Hotel Hafnia 

40 ára føðingardagsveitsla og aðalfundur verður á Hotel Hafnia sunnudagin 31. mars kl. 15.00

Av tí vit bjóða døgurða eftir aðalfundin, er neyðugt at melda seg til. Freistin at melda til er hósdagin 28. mars

Tilmelding ferð fram antin at ringja til 59 87 83 ella senda teldupost til scerosufelag@sclerosufelag.fo

Nógv spennandi á skránni:

Aðalfundur verður á Hotel Hafnia í fundarhøli og byrjar kl 15:00 – 16:30

Ísvatn, penn / papír stendur klárt í fundarhølinum
Kaffi / te, dagsins køka og frukt


Skrá sambært viðtøkum felagsins:

  • Val av fundarleiðara
  • Frágreiðing formansins 
  • Uppskot um arbeiðsætlan 
  • Góðkenning av roknskapi 
  • Innkomin mál 
  • Val av nevndarlimum (í ár kassameistari og tveir nevndarlimir. Verandi limir Hjalmar, Peter og Jonhild stilla uppaftur. Tó vóna vit at fleiri vilja stilla upp.) 
  • Val av tiltakslimum 
  • Val av grannskoðara 
  • Ymiskt
  • Nevndin fer at greiða frá fleiri spennandi tiltøkum.

Joan Vang fer at leggja fram um pensión, vart starv, nýggja vælferðapakkan v.m.

Aftaná aðalfundin bjóðar felagið veitsludøgurða v/vatn ella sodavatn, í matstovuni á 2. hædd kl. 17.00 (Her má meldast til, so vit vita hvussu nógv koma)

Omaná verður kaffi/te, smoothie og okkara egna Sclerosu føðingardagskøka.

Um alt gongur sum ætla, verður eitt yvirraskilsi á skránni :-)

Gleða okkum at síggja so nógv av tykkum og tykkara sum møguligt

Við vón um góða uppmøting,

Blíðar heilsurnar,

Formaðurin, Hallur Thomsen