Aðalfundurin sunnudagin 12.03.17

Sclerosufelagið hevði aðalfund sunnudagin 12.03.17 og hava tey skipað seg soleiðis:

  • Hallur Thomsen (Formaður),
  • Jonhild Kjærbo (næstforkvinna),
  • Krista Hvannastein (skrivari),
  • Hjalmar Sjóvará (kassameistari)
  • Anja Danielsen (Nevndarlimur) ,
  • Peter Jensen (nevndarlimur) 
  • Jorie Josephsen (nevndarlimur)
  • Gunnjó joensen (tiltakslimur),

Sclerosufelagið hevur til endamál at kunna um sjúkuna og virka fyri at tey sclerosuraktu og avvarðandi kunna koma til felags áhugamál.

Nevndin legði eina arbeiðsætlan fram á aðalfundinum, hon bleiv góðtikin og soleiðis sær hon út:


Arbeiðsætlan fyri 2017/2018


  • Hóskvøldið 04.05: Cafékvøld

  • Sunnudagin 28.05: Tiltak við Michael Freund og Peter Vestergaard
    “Fyrilestur við Peter Vestergaard Rasmussen, yvirlækna í neurologi. Hann er serfrøðingur innan sclerosu og arbeiður dagligt á sclerosuklinikkini í Aarhus. Han fer at hava ein fyrilestur um tað nýggjasta innan gransking í sclerosu og hvussu ið sclerosu heilivágur hevur ment seg. Fokus verður sett á hvat fyri nýggjur heilivágur er framleiddur, hvussu hann virkar og hvat fyri fyrimunir og vansar kunnu vera. Peter fer eisini at koma við einum boði um framtíðinar heilivág og og viðgerð. “

  • Fríggjakvøldið 25.08: Limafund fyri raktum limum í Suðuroy. Hotel Tvøroyri, kaffi/the og okkurt lekkurt aftur við.

  • Leygardagin 26.08: Summarútferð ( eindagstúr) í Suðuroy

  • Hóskvøldið 19.10: Cafékvøld

  • Sunnudagin 26.11: Jólahugnin

  • Hóskvøldið 08.02.18: Cafékvøld

  • Sunnudagin 11.03.18: Aðalfundur



Tiltøkini vera lýst inni á www.sclerosufelag.fo og inni á facebookbólkinum hjá Sclerosufelagnum tá tað nærkast.


Inni á heimasíðuni kann ein eisini finna ymiskt viðkomandi tilfar, tiltøk sum hava verið,
hvussu ein kemur í samband við nevndina og hvussu ein melda seg inn sum lim í felagið o.a.

Núverandi nevndin hjá Sclerosufelagnum

Frá vinstru: Hallur Thomsen (Formaður), Hjalmar Sjóvará (Kassameistari), Krista Hvannastein (skrivari), Gunnjó Joensen (nevndarlimur), Jonhild Kjærbo (næstforkvinna), Anja Danielsen (nevndarlimur) 2 vanta á mynduni og tey eru Peter Jensen og Jorie Josephsen.

Frá vinstru: Hallur Thomsen (Formaður), Hjalmar Sjóvará (Kassameistari), Krista Hvannastein (skrivari), Gunnjó Joensen (tiltakslimur), Jonhild Kjærbo (næstforkvinna), Anja Danielsen (nevndarlimur) 2 vanta á mynduni og tey eru Peter Jensen og Jorie Josephsen.

Fleiri myndir frá aðalfundinum...